- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dýrari at gera tunlar
Dýrari at gera tunlar
Tað er dýrari at gera berghol nú enn fyri nøkrum árum síðani
20.01.2021 - 06:52
Sambært upplýsingum, sum løgtingið hevur fingið úr Fíggjarmálaráðnum, kostaði bergholið á Viðoynni, sum var liðugt í 2016, 62,7 milliónir fyri kilometurin.
Bergholini, sum skulu gerast norður um Fjall í Borðoynni, eru mett at kosta 95,5 milliónir krónur fyri kilometurin. Bergholið til Hvalba, sum skjótt er liðugt, kostar 80,2 milliónir krónur fyri kilometurin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV