- Tíðindi, mentan og ítróttur
Berghol í Borðoynni fyri 522 mió. kr.

Fíggjarnevndin tekur undir við, at berghol verða gjørd í Borðoynni fyri 522 milliónir krónur.
Upprunaliga vórðu tey mett at kosta 252 milliónir krónur, men tað var í 2009. Fíggjarnevndin vísir á, at berghol eru vorðin dýrari at gera.
Sambært upplýsingum, sum løgtingið hevur fingið úr Fíggjarmálaráðnum, kostaði bergholið á Viðoynni, sum var liðugt í 2016, 62,7 milliónir fyri kilometurin.
95,5 milliónir krónur
Bergholini, sum skulu gerast norður um Fjall í Borðoynni, eru mett at kosta 95,5 milliónir krónur fyri kilometurin.
Hvalbiarvergholið, sum skjótt er liðugt, kostar 80,2 milliónir krónur fyri kilometurin.
Fíggjarnevndin mælir til at fáa breiða politiska semju um bergholini, sum skulu koma eftir, at tunlarnar norður um Fjall eru gjørdir, so fólk vita, nær bergholið í teirra øki kemur.