- Tíðindi, mentan og ítróttur
13 milliónir til umvælingar og keyp
Í sambandi við uppskotið um at byggja sambýli á Mýrini í Hoyvík, spurdi Fíggjarnevndin hjá løgtinginum, hvussu nógv tað hevur kostað at keypa og umvæla húsini í Torfinsgøtu í Havn og í Hóvabrekku og Garðsgøtu á Argjum.
Almannamálaráðið svarar, at húsini í Torfinsgøtu kostaðu 2,5 milliónir krónur at keypa, og tey kostaðu 5,7 milliónir krónur at umvæla.
Har eru fimm kømur og tvær íbúðir. Húsini í Hóvabrekku, sum fyrr vóru næmingaheim hjá Skúlanum á Trøðni, fekk Almannamálaráðið frá Mentamálaráðnum fyri einki.
Sambýlið har er umvælt fyri 1,8 milliónir krónur Har eru 15 kømur. Í Garðsgøtu eru umvælingar gjørdar fyri 3,2 milliónir krónur Har eru tvær íbúðir og fimm kømur.