- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krevja 80 milliónir í endurgjaldi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/atlantsfarid_0.png?itok=9c-T3umP)
Fiskimálaráðið hevur nú fingið endurgjaldskravið frá Northwest Pelagic. Og tað er stórt, 80 milliónir krónur.
Harafturat koma 19.000 tons av uppsjóvarfiski, nógv tað mesta er svartkjaftur, hitt eru sild og makrelur.
Hetta er gjørt, tí felagið slapp ikki at bjóða á uppboðssølunum, sum vóru, sigur reiðarin, Jógvan Martin Ferjá Joensen.
Misti veiðiloyvið
Felagið misti veiðiloyvið í desember í 2016, tí Fiskimálaráðið segði, at útlendski eigaraskapurin í skipi felagsins, Atlantsfarinum, var ov stórur.
Málið endaði í rættinum, sum gav Northwest Pelagic viðhald. Felagið fekk tí veiðiloyvið aftur í mars í 2020.
Men tað hevur nú kravt endurgjald fyri mistan fiskiskap ta tíðina, felagið ikki hevði veiðiloyvi.
Fiskimálaráðið og Northwest Pelagic fara at hava fund um endurgjaldskravið.