- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin dómsmaður tilnevndur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/foroya_raettur2_0.png?itok=A9OgGSKC)
Eitt mál um endurgjald fyri at vera í varðhaldi hjá politinum skuldi viðgerast í Føroya rætti í gjár.
Men tað bleiv útsett, tí nýggja rættargangslógin, sum kom í gildi á nýggjárinum, sigur, at tveir dómsmenn skulu við vera í slíkari viðgerð.
Teir vóru ikki tilnevndir til rættarfundin í gjár, so fundurin varð útsettur. Kravið um endurgjald er 10.000 krónur.
Ein dag í varðhaldi
Maðurin var ein dag í varðhaldi hjá politinum, skuldsettur fyri drápsroynd fyrst í mai 2017.
Men í grundlógaravhoyringini varð maðurin latin leysur, tí rætturin helt ikki, at grundaður illgruni var um skuldsetingina.
Vanliga endurgjaldið er 5.000 krónur fyri fyrsta dagin í varðhaldi, men tá skuldsetingin er so grov sum drápsroynd verður endurgjaldið tvífaldað.