- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú flytur tunnilsfelagið
Tunnilsfelagið flytur nú langt um leingi til Saltangará. Mánadagin letur skrivstovan upp í nýumvældum hølum á Heiðavegi 57 í Saltangará.
Skrivstovan er stongd í løtuni, nú flutt verður.
Tað hevur verið ein long tilgongd at flyta skrivstovuna hjá felagnum, sum umsitur Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, úr Havn til Saltangará.
Í ólavsøkurøðuni í 2018 segði Aksel V. Johannesen, sum tá var løgmaður, at tunnilsfelagið skuldi flyta úr Havn til Runavíkar á nýggjárinum tá.
Tann ætlanin bleiv tó av ongum.
Heldur ikki í 2020
Felagið skuldi so flyta á nýggjárinum 2020. Tað bleiv heldur ikki til veruleika.
Í august í fjør segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Aksel V. Johannesen, løgtingsmann, at felagið flytur í desember 2020.
Tað bleiv heldur ikki til veruleika, men mánadagin 18. januar flytur felagið.
Tunnilsfelagið hevur leigað ovastu hæddina á Heiðavegi 57, har millum annað Posta er.