- Tíðindi, mentan og ítróttur
Loyvt at skjóta grágás aftur
Eitt lógaruppskot er gjørt, sum sigur, at grágás kann skjótast í ávísan mun. Landbúnaðurin hevur stóran fíggjarligan miss, tí grágás etur grasið. Men loyvið at skjóta grágás varar bara til 31. desember 2025.
Hendan sólsetursáseting er grundað á, at kanningar og vísindaligar teljingar skulu gerast komandi árini, so staðfestast kann, um grundarlag er fyri at skjóta grágás, ella um grágásin skal friðast burturav.
Sambært lógaruppskotinum um loyvi at skjóta, skal grágásin framvegis kunna nørast í landinum, og tí er bara loyvt at skjóta, meðan grágásin situr á veltum lendi.
Sambært Búnaðarstovuni vórðu 47 gæs skotnar í 2014, 266 í 2015, 217 í 2016, 24 í 2017, 36 í 2018 og 39 gæs í 2019.