- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hoyvíkssáttmálin fer úr gildi í summar
Hoyvíkssáttmálin fer úr gildi í summar
Sáttmálin heldur kortini fram óbroyttur uttan at hava lógargildi

Uppskot er um at seta lógina um Hoyvíkssáttmálan úr gildi 1. juli
14.01.2021 - 09:24
Brúk er ikki longur fyri lógini um Hoyvíkssáttmálan.
Tí er uppskot um at seta hana úr gildi 1.juli í ár.
Men Hoyvíkssáttmálin heldur tó fram óbroyttur uttan tó at hava lógargildi.
Í staðin verða sáttmálaásetingarnar útintar í serlóggávu, sum longu í nógvum førum er lagað til Hoyvíkssáttmálan, síðani hann kom í gildi 1.november 2006, sigur Uttanríkisráðið.
Tað fær ikki ikki ávirkan á tær altjóðarættarligu skyldur, sum landsstýrið við sáttmálanum hevur bundið seg at halda mótvegis íslendsku stjórnini, hóast lógin um sáttmálan fer úr gildi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV