- Tíðindi, mentan og ítróttur
300 fleiri løntakarar eftir einum ári
300 fleiri løntakarar eftir einum ári
Talið av løntakarum í Føroyum veksur spakuligari enn tað hevur gjørt
13.01.2021 - 12:27
Tilsamans 27.700 løntakarar vóru í desember í fjør, umleið 300 fleiri enn í desember 2019. Vøksturin er 1,2 prosent.
Sambært Hagstovuni veksur talið av løntakarum tó munandi spakuligari enn tað hevur gjørt.
Seinasta árið hevur lítil og eingin vøkstur verið í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum, sigur Hagstovan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV