Kommunurnar fingu 63 milliónir meira í skatti

bannari
Kommunurnar fingu 63 milliónir meira í skatti
Flestu kommunur fingu fleiri krónur í kommunuskatti í fjør enn fyrraárið. Í meðal vuksu inntøkurnar frá kommunuskattinum góð trý prosent
Tórshavnar Kommuna fekk 39,6 milliónir krónur meira inn í kommunuskatti í fjør, sammett við 2019
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.01.2021 - 12:49

Føroysku kommunurnar fingu góðar 63 milliónir krónur meira inn í kommunuskatti í fjør, sammett við árið fyri, tað vil siga 2019.

Tað vísa fyribilsuppgerðirnar, sum Gjaldstovan og Taks hava gjørt av kommunuskattinum fyri 2020. Tórshavnar Kommuna eigur bróðurpartin av teimum 63 milliónunum.

Í Tórshavnar Kommunu var inntøkan frá kommunuskattinum í fjør 866,4 milliónir krónur, tað eru 39,6 milliónir krónur meira enn í 2019. Vøksturin er 4,79 prosent.

Fleiri størri kommunur fingu meira inn

Men eisini fleiri av størru kommununum kring landið fingu munandi fleiri krónur í kommunuskatti í fjør, sammett við árið fyri.

Í Klaksvíkar Kommunu vaks kommunuskatturin við 6,5 milliónum krónum, upp í góðar 222 milliónir krónur. Vøksturin er trý prosent.

Í Runavíkar Kommunu vaks kommunuskatturin við 6,3 milliónum krónum, upp í 177,4 milliónir krónur. Vøksturin er 3,64 prosent.

Í Eysturkommunu komu fýra milliónir krónur meira inn í kommunuskatti í fjør, sammett við árið fyri. Kommunuskatturin fór 92,5 milliónum upp í 96,6 milliónir. Vøksturin er 4,40 prosent.

Størsti vøksturin í Fámjin

Kommunan, við størsta inntøkuvøkstri í prosentum, er tó ein av minstu kommununum í landinum. Í Fámjin vaks inntøkan frá kommunuskattinum úr 2,6 milliónum upp í 2,8 milliónir. Vøksturin er 7,54 prosent.

Men tað eru tó ikki allar kommunur í landinum, sum fingu fleiri skattakrónur í kommunukassan í fjør enn fyrraárið.

Í Sunda Kommunu minkaði kommunuskatturin við góðum 1,2 milliónum. Minkingin er 1,67 prosent.

Ringast stóð til á Viðareiði

Í Vágs Kommunu komu stívliga 800.000 krónur minni inn í kommunuskatti í fjør. Eisini her er minkingin 1,67 prosent.

Ringast stóð tó til á Viðareiði. Har komu 1,4 milliónir krónur minni inn í kommunuskatti í fjør, sammett við 2019. Minkingin er heili 9,17 prosent.

Tølini, vit her hava nevnt, eru bara sjálvur kommunuskatturin. Harumframt hava kommunur inntøkur frá partafelagsskatti, umframt at tær fáa pengar til eldraøkið úr landskassanum.

Átta kommunur lækkaðu kommunuskattin

Átta kommunur høvdu lægri skattaprosent í 2020 enn í 2019. Tær eru Runavík, Sørvágur, Sandur, Skopun, Hvalba, Tvøroyri, Vágur og Fámjin. Eingin kommuna hækkaði skattaprosentið frá 2019 til 2020.

Tilsamans fingu tær 29 kommunurnar í Føroyum 2.080 milliónir krónur í kommunuskatti í fjør - tað eru sum nevnt 63 milliónir meira enn árið fyri.

Til samanberingar var landsskatturin 1.760 milliónir krónur í fjør - 70 milliónir meira enn árið fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Týsdag 24. desember
Pipar og Salt
185537
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477