Vænta nú størri avlop enn við ársbyrjan í fjør

Vænta nú størri avlop enn við ársbyrjan í fjør
BankNordik broytir úrslitið fyri 2020 fyri fjórðu ferð og væntar 160-170 milliónir í avlopi
Tá avtornaði royndist 2020 hjá BankNordik nógv betur enn væntað. Nú verður roknað við, at úrslitið verður millum 160 og 170 milliónir krónur eftir skatt
 
08.01.2021 - 15:18

BankNordik hevur nú enn einaferð endurmett ársúrslitið fyri 2020, og væntar nú størri avlop enn við ársbyrjan í fjør.

Nú væntar bankin eitt úrslit eftir skatt millum 160 og 170 milliónir krónur. Tað sigur bankin í fráboðan í dag.

Orsøkin er, at gongdin á fíggjarligu marknaðunum hevur verið betri, enn roknað varð við, og avskrivingarnar eru eisini minni enn væntað í 3. ársfjórðingi.

Hetta er fjórðu ferð, at BankNordik broytir væntaða ársúrslitið fyri 2020.

Korona ikki ávirkað so nógv

Í apríl væntaði BankNordik, at ársúrslitið fór at vera millum 30-80 milliónir krónur í avlopi. Við ársbyrjan metti bankin, at úrslitið fór at vera millum 100-150 milliónir krónur.

Men farsóttin hevur ikki ávirkað úrslitið so nógv, sum roknað varð við, og bankin væntar nú eitt størri avlop enn við ársbyrjan, hóast koronufarsóttina.

Søluavtalan við Spar Nord um danska partin av BankNordik ávrkar ikki roknskapin fyri 2020, sigur BankNordik í fráboðanini í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497