Stuðulin til lesandi uttanfyri Norðurlond hækkar

Stuðulin til lesandi uttanfyri Norðurlond hækkar
Uppskot er um at broyta lógina, so tey fáa 20.000 krónur meira í studningi
Lesandi í eitt nú Póllandi fáa meira í lestrarstudningi sambært nýggjum lógaruppskoti
 
08.01.2021 - 07:26

Fólk, sum lesa í øðrum londum enn Norðurlondum, fáa størri studning. Uppskot er um at broyta lógina um lestrarstuðul, so fólk fáa í mesta lagi 100.000 krónur um árið í staðin fyri 80.000 krónur

Skúlagjaldið er hækkað nógv seinastu árini, serliga í Póllandi og í Bretlandi. Hækkingin er mett at kosta hálva millión um árið. Lógaruppskotið er til hoyringar til 21. januar.

Aðrar broytingar eisini í uppskotinum

Uppskot er eisini um aðrar broytingar. Studni skal kunna krevja stuðul aftur, um treytirnar fyri at fáa stuðul ikki eru hildnar.

Álagt verður skúlum at boða Studna frá, um næmingar ikki koma í skúla og ikki lata inn uppgávur ella fara til próvtøkur. Tey eiga ikki at fáa stuðul, stendur í lógaruppskotinum.  

Studni skal kunna gjalda føroyskum næmingum í United World College Red Cross Nordic í Noregi stuðul.

Heimildin fór úr lógini í 2012

Næmingar í Noregi fáa kortini stuðul úr Føroyum, men tað stendur ikki í lógini nú. Heimildin datt úr lógini um gymnasialar miðnámsútbúgvingar í 2012. Nú skal heimildin fáast í lógini um lestrarstuðul.

Skotið verður eisini upp at javnseta næmingar, sum eru í miðnámsútbúgving sum liður í norðurlendskum samstarvi, sum lutvíst er staðsett í Føroyum, við aðrar miðnámsskúlanæmingar í Føroyum.

Hetta fer at kosta 360.000 krónur um árið, eru næmingarnir átta til tíggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV