- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir deildarstjóra til Mentanardeildina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/martin_naes.jpg?itok=sgtUdUJ2)
Uttanríkis- og Mentamálaráðið søkir eftir deildarstjóra til Mentanardeildina.
Martin Næs, sum var stjóri, fór frá fyri aldur í fjør summar. Hann var í Mentamálaráðnum í 13 ár.
Mentanardeildin umfatar mentan, list, mentanararv, søvn, ítrótt, fjølmiðlar, kirkju og onnur trúarsamfeløg.
Freistin at søkja er til 1.februar.
Fýra fólk eru í Mentanardeildini.
Helena stjóri í Útbúgvingardeildini
Helena Dam á Neystabø bleiv á nýggjárinum stjóri í Útbúgvingardeildini í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum.
Umleggingar eru gjørdar í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum.
Ein útbúgvingardeild er skipað. Hon hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi við útbúgving og gransking, frá dagstovnum til hægri útbúgvingar og gransking.
Sjey fólk eru í Útbúgvingardeildini.