- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir fólki til veðurstovuna

Fyrsta stigið verður at søkja eftir fólki, nú ein veðurstova skal stovnast í Føroyum.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
Nú 11 ár eftir yvirtøkuna í 2009, hevur landsstýrið sett sær fyri at menna eina nøktandi og útbygda veðurtænastu í Føroyum.
Í tí sambandi eru settar av 3,2 mió. kr. í fíggjarlógini fyri 2021.
Átta milliónir
Játtanin til veðurtænastu hækkar úr sløkum fimm mió. kr. upp í góðar átta mió. kr.
Endamálið er at menna eina dagførda og útbygda føroyska veðurtænastu við betri og neyvari veðurforsagnum fyri allar Føroyar.
Ætlanin fevnir um betri miðling, kanningar og gransking.
Ein veðurmenningarbólkur, sum kom við frágreiðing í 2019, segði, at fyri átta milliónir krónur um árið fæst ein nøktandi veðurtænasta í Føroyum.