Yvirfriðingarnevnd: Lívfiskastøð skemmar umhvørvið

Yvirfriðingarnevnd: Lívfiskastøð skemmar umhvørvið
Lívfiskastøðin, sum Bakkafrost ætlar at byggja í Skálavík, má broytast, sigur nevndin
Nýggja lívfiskastøðin, Bakkafrost ætlar at byggja, verður nakað eystanfyri avmyndaða partin av bygdini á hesari myndini
 
06.01.2021 - 08:22

Lívfiskastøðin, sum Bakkafrost ætlar at byggja fyri 200 milliónir krónur í Skálavík, er ov skemmandi fyri umhvørvið, og tí skal hon broytast. 

Tað sigur Yvirfriðingarnevndin. Økið, har Bakkafrost fer at byggja lívfiskastøðina, er í grundini friðað. Tað krevur tí undantaksloyvi at sleppa at byggja har.

Tað er Yvirfriðingarnevndin sum útgangsstøði sinnað at lata. Men tað krevur, at verkætlanin verður broytt, sigur Henrik Møller, formaður í Yvirfriðingarnevndini, við útvarpið.

Stjórin vónar, ein loysn verður funnin skjótt

Bakkafrost hevur skrivað undir sáttmála við J&K Petersen um arbeiðið at grava út og fylla út fyri nýggju lívfiskastøðini í Skálavík.

Nýggja lívfiskastøðin fer eftir ætlan at veita rogn til alt virksemið hjá Bakkafrosti í Føroyum, og part av virkseminum í Skotlandi.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur í stuttari viðmerking, at samskifti er millum Bakkafrost og Yvirfriðingarnevndina um at finna eina nøktandi loysn, sum yvirfriðingarnevndin kann góðkenna. 

Stjórin í Bakkafrosti hevur ikki aðrar viðmerkingar, meðan málið verður viðgjørt, men hann vónar at finna eina loysn skjótt, tí málið hevur longu seinkað byggingini av lívfiskastøðini í Skálavík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497