Triðstørsti eigarin eigur nú góð 10 prosent

Triðstørsti eigarin eigur nú góð 10 prosent
Norska felagið Protector Forsikring hevur hækkað partapeningin í BankNordik
Landsstýrið er størsti einstaki eigari í BankNordik við 35 prosentum
 
05.01.2021 - 15:37

Protector Forsikring A/S eigur nú 10,01% av BankNordik.

Tað sigur BankNordik í fráboðan til keypsskálan.

Protector Forsikring er eitt norskt tryggingar- og íløgufelag.

Í 2019 átti Protector Forsikring sjey prosent av partapeninginum og  seks prosent í 2018, men nú eigur Protector Forsikring 10,01 prosent.

Norska felagið er framvegis triðstørsti partaeigari í BankNordik.

Størsti einstaki eigarin er landsstýrð, sum eigur 35 prosent, og Lind Invest, sum eigur 12 prosent av partapeninginum í bankanum 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949