Skipanin við miðlastuðli verður broytt

Skipanin við miðlastuðli verður broytt
Uppskotið um broytingarnar er til hoyringar nú og verður tað til 21. januar
Fjølmiðlafólk í løgtingshúsinum eftir løgtingsvalið í 2019. Nú verður skipanin við stuðli til privatu fjølmiðlarnar broytt
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.01.2021 - 08:01

Broytingarnar í lógini um miðlastuðul fara at krevja størri umsiting, og Miðlastuðulsnevndin fær meira at gera, tí nú skal stuðul latast nakrar ferðir um árið og ikki einaferð sum nú.

Uppskotið um broytingarnar er til hoyringar nú og verður tað til 21. januar. Lógin verður dýrari at umsita enn verandi lóg.

Lógaruppskotið kann fáa fíggjarligar avleiðingar fyri aðalráðið, sum fíggjar Miðlastuðulsnevndina. Møguliga verður talan um samsýning til teirra, sum eru í Miðlastuðulsnevndini. Nú fáa tey fundarpening.

Miðlastuðul latin síðani 2017

Higartil hevur leisturin verið tann, at 60 prosent av stuðlinum er latin eftir rakstrarútreiðslunum hjá miðlinum undanfarna ár, og 40 prosent eru javnt býtt millum miðlarnar, sum søkja.

Men Jenis av Rana. landsstýrismaður, heldur ikki, at hesin leisturin tryggjar dygdina í journalistiska arbeiðinum. Tí skal leisturin broytast. 

Nú skal søkjast um stuðul til tíðaravmarkaðar verkætlanir, so sum greinarøðir, heimildarsendingar ella poddvarp, sum eru mettar at hava journalistiska dygd og samfelagsligt virði.

Sambært lógaruppskotinum skal landsstýrismaðurin áseta nærri treytir fyri at fáa stuðul. Miðlastuðulin er tvær milliónir krónur um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342