Heldur fram í báðum størvum

Heldur fram í báðum størvum
Kristin Michelsen fær frávik frá kommunustýrislógini, so hann bæði kann vera borgarstjóri og løgtingsmaður
 
05.01.2021 - 07:06

Kristin Michelsen verður bæði løgtingsmaður og borgarstjóri. Býráðið á Tvøroyri viðgjørdi í gjárkvøldið eina umsókn frá Kristini Michelsen um tingsessin.

Umsóknin var sambært kommunustýrislógini, sum sigur, at borgarstjórar skulu ikki hava annað starv, arbeiða teir fulla tíð sum borgarstjóri.

Frávik kann gerast

Kommunustýrið kann tó loyva frávik, tá talan er um størv, sum eru beinleiðis fólkavald, so sum starv sum løgtingsfólk.

Og frávik var loyvt á býráðsfundi í gjárkvøldið. Felagslistin atkvøddi fyri. Og Javnaðarflokkurin atkvøddi ímóti.

Javnaðarflokkurin hevur fyrr samtykt á landsfundi, at eingin skal vera borgarstjóri og løgtingsfólk samstundis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389