Eingin doyði, men framvegis nógv ferðsluóhapp

Eingin doyði, men framvegis nógv ferðsluóhapp
Ferðsluóhappini við fólkaskaða eru ikki færri enn fyri 10 árum siðani
Fyri aðru ferð í hesari øldini hevur eingin latið lív í ferðsluni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.01.2021 - 14:09

Eingin doyði í ferðsluni í Føroyum í fjør.

Og hetta er aðru ferð í hesari øldini, at vit kunnu siga, at eingin doyði í ferðsluni í árinum, sum fór, sigur Ráðið fyri ferðslutrygd.

Men ferðsluóhappini við fólkaskaða eru ikki færri nú enn fyri 10 árum síðani.

Ráðið fyri ferðslutrygd sigur, at neyðugt er at kanna allar álvarsligar ferðsluvanlukkur í Føroyum og at seta í verk skipaða skaðakanning og seta skaðanevnd. 

Hetta er eisini fremsta tilmælið í ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2019 til 2027.

Ov nógv ferð

Ov nógv ferð er ofta orsøkin til óhapp í ferðsluni.

Lóður hevur gjørt eina kanning fyri Ráðið fyri ferðslutrygd.

Átta prosent av teimum, sum siga seg vanliga koyra 80 km/t ella minni enn tað á landsvegi, har mest loyvda ferðin er 80 km/t., siga seg hava verið fyri ferðsluóhappi.

12 prosent av teimum, sum siga seg koyra 90 km/t, og heili 20 prosent av teimum, sum siga seg koyra 100 km/t ella skjótari, siga seg hava verið fyri ferðsluóhappi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551