Nú kunnu tey (aftur) hava leingi opið

Nú kunnu tey (aftur) hava leingi opið
Matstovur og skeinkistøð í Føroyum nýtast ikki longur at lata aftur klokkan 22 um kvøldið
 
04.01.2021 - 13:42

Nú ber aftur til at sita á matstovu og vitja skeinkistøð til út á náttina. Kunngerðin um at skeinkistøð og matstovur skulu lata aftur klokkan 22:00, fór úr gildi á midnátt.

Kunngerðin verður ikki longd, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at tilmælini, sum vóru kunngjørd fyri jól, eru framvegis í gildi.

Farsóttarnevndin fer á fundi í morgin klokkan trý at viðgera støðuna við koronusmittuni. Tá verður støða tikin til, hvørji tilmæli verða galdandi komandi tíðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497