- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búskaparráðið skal umskipast
Nú verður Búskaparráðið umskipað. Heri á Rógvi er biðin um fyribils at halda fram sum formaður til 30. apríl í ár. Hann skuldi annars gevast á nýggjárinum.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at hann fer í vikuni at siga, hvat tað ber í sær, at Búskaparráðið verður umskipað.
Kringvarpið skilir, at ein møguleiki er at flyta Búskaparráðið undir Landsbankan. Í ólavsøkurøðuni í fjør segði løgmaður, at landsstýrið fer at umskipa og avtaka fleiri nevndir og ráð.
Rakstrarjáttanin fjórðings millión
Heri á Rógvi, Ester Hansen og Sigurð Poulsen eru í Búskaparráðnum. Formaðurin fær 8.000 krónur um mánaðin. Nevndarlimirnir fáa 4.000 krónur. Rakstrarjáttanin hjá Búskaparráðnum er í alt 245.000 krónur.
Uppgávan hjá Búskaparráðnum er at fylgja við búskaparligu gongdini í Føroyum og koma við óheftari ráðgeving og frágreiðingum.
Búskaparráðið skrivar vanliga tvær frágreiðingar um árið. Eina várfrágreiðing og eina heystfrágreiðing.