Nú skalt tú hava loyvi til at fiska hesar

Nú skalt tú hava loyvi til at fiska hesar
Tað krevur nú loyvi at fiska hummara, sama um veiðan verður avreidd ella fer til húsbrúk
 
03.01.2021 - 13:20

Tað krevur nú loyvi at fiska hummara, sama um veiðan verður avreidd ella fer til húsbrúk.

Hetta er ásett í nýggju hummarakunngerðini, ið Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lýst, og sum kom í gildi 1. januar. Tað skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðuni.

Fiskimálaráðið er gjørt varugt við, at óskipað hummaraveiða til húsbrúks hevur vundið uppá seg í seinastuni, og at hetta er vinnuliga fiskiskapinum til ampa.

Loyvini avmarkað

Óskipað hummaraveiða gagnar hvørki hummarastovninum ella teimum, sum fiska hummara, tí eru reglurnar broyttar soleiðis, at skalt tú fiska hummara á vanligu hummaraleiðunum, krevst loyvi - eisini tá fiskað verður til húsbrúks. 

Loyvini eru avmarkað til tey, ið eftir verandi reglum hava rætt til hummaraloyvi. Eingi nýggj loyvi verða latin afturat teimum, sum hava verið í skipanini seinastu árini.

Í kunngerðini, sum nú er lýst, eru eisini nýggjar reglur um at flyta hummaraloyvi millum bátar, umframt regla um, hvussu leingi hummararúsur kunnu standa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497