- Tíðindi, mentan og ítróttur
MARK stevnir kommununa
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/leiguibudir_a_argjum-15.jpg?itok=0b0Wo5w6)
NN Holding, sum eigur partafelagið MARK, hevur stevnt Tórshavnar kommunu og Kommunala eftirlitinum eftir endurgjaldi, skrivar Vágaportalurin.
Gordon Rajani, stjóri í MARK, váttar fyri Útvarpinum, at so er. Men hann hevur ikki fleiri viðmerkingar um málið.
Byggiætlan skorin niður í helvt
NN Holding fekk loyvi frá kommununi at byggja 96 íbúðir undir Kongavarða. Men grannar klagaðu, og so bleiv byggiætlanin skorin niður í helvt.
Afturfyri gjørdi kommunan avtalu við NN Holding um makaskifti, so at tær 48 íbúðirnar, sum ikki blivu gjørdar undir Kongavarða, kundu byggjast millum Horna í Havn.
Men slíka avtalu kundi kommunan ikki gera, segði Kommunala eftirlitið. Byggiøkið millum Horni varð so boðið út í almennari sølu.