- Tíðindi, mentan og ítróttur
Betri hjálp til fólk í varðhaldi
Betri hjálp til fólk í varðhaldi
Fleiri nýggjar kunngerðir eru lýstar í samband við nýggju rættargangslógina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/mjorkadalur_1.jpg?itok=qL9GKt5f)
30.12.2020 - 08:29
Nógvar kunngerðir eru lýstar í sambandi við, at nýggja rættargangslógin fyri Føroyar kemur í gildi á nýggjárinum. Millum teirra er ein kunngerð um varðhaldsfongsling.
Har stendur, at fólk, sum eru avbyrgd í varðhaldinum í meira enn 14 dagar, skulu, um tey framvegis eru avbyrgd, fáa boðið at tosa regluliga og leingi við eitt nú prest, lækna ella sálarfrøðing.
Tey skulu eisini fáa tilboð um undirvísing og arbeiði ella okkurt annað virksemi, sum kann minka skaðiligu ávirkanina á sálarheilsuna, sum kann standast av avbyrging.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV