Kommunurnar ósamdar um Bú- og heimatænastuna

Kommunurnar ósamdar um Bú- og heimatænastuna
Kommunurnar í Suðuroynni eru ikki samdar um, hvussu tær 59 milliónirnar skulu býtast millum kommunurnar
Tá stýrið í Bú- og heimatænastuni samtykti fíggjarætlanina fyri 2021, atkvøddu Fámjin, Hov og Tvøroyri ímóti
 
29.12.2020 - 07:44

Fíggjarætlanin hjá Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni er 59 milliónir krónur í 2021. Sammett við 2020 eru spardar tríggjar milliónir krónur. 

Avlopið næsta ár er slakar 750.000 krónur. Men treytin er, at tær báðar størstu kommunurnar í oynni seta allar pengarnar, tær fáa frá landinum, í samstarvið.

Fimm kommunur fáa minni enn tær gjalda

Tvøroyrar kommuna fær góða millión meira enn samstarvið um eldraøkið kostar kommununi, og Vágs kommuna fær slakar 760.000 krónur meira.

Í gerðarbókini frá býráðsfundinum á Tvøroyri 21. desember sæst, at semja er framvegis ikki í oynni um Bú- og heimatænastuna.

Hinar fimm kommunurnar fáa minni frá landinum, enn tær skulu gjalda til eldraøkið. Tvær teirra, Hvalba og Sumba, hava boðað frá, at tær gjalda ikki meira til samstarvið enn tær fáa frá landinum.

Tríggjar kommunur atkvøddu ímóti

Hvalba eigur at gjalda góðar 8,3 milliónir krónur, men fær 23.200 krónur minni frá landinum í afturbering enn kommunan skal gjalda til Bú- og heimatænastuna.

Sumba skal gjalda góðar 4,6 milliónir krónur, men fær 155.500 krónur minni í afturbering frá landinum. Tá stýrið í Bú- og heimatænastuni samtykti fíggjarætlanina fyri 2021, atkvøddu Fámjin, Hov og Tvøroyri ímóti.

Í Suðuroynni vóru 946 fólk 67 ár ella eldri 1.desember í ár. Í oynni buðu tá 4.603 fólk.           

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342