- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðmenn gevast at stuðla Herberginum
Norðmenn gevast at stuðla Herberginum
Frelsunarherurin og Almannamálaráðið hava gjørt avtalu um, at føroysku myndugleikarnir yvirtaka stuðulin

28.12.2020 - 16:47
Norðmenn gevast nú við at lata fíggjarligan stuðul til Herbergið í Havn. Avtala er gjørd millum Frelsunarherin og Almannamálaráðið um, at føroyskir myndugleikar stigvíst yvirtaka stuðulin til Herbergið í Havn næstu árini.
Yvirtøkan fer at taka fimm ár, og 700.000 krónur eru settar av á fíggjarlógini fyri næsta ár. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.
Tað verður framvegis Frelsunarherurin, sum kemur at standa fyri Herberginum. Tí er einans talan um, at Føroya Landstýri fer at veita stuðulin framyvir heldur enn Frelsunarherurin í Norra.
Hoyr meira í útvarpstíðindunum klokkan 18.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV