Avloysarin hjá Norrønu á veg til Danmarkar

Avloysarin hjá Norrønu á veg til Danmarkar
Italska farmaskipið, Frijsenborg, sum Smyril Line hevur leigað til farmasiglingina millum Danmark, Føroyar og Ísland, er á veg til Danmarkar..
Frijsenborg.
Mynd: Marinetraffic  
 
25.12.2020 - 11:36

Italska farmaskipið, Frijsenborg, sum Smyril Line hevur leigað til farmasiglingina millum Danmark, Føroyar og Ísland, er á veg til Danmarkar.

Skipið kemur til Hirtshals seinnapartin 30.desember.

Skipið skal sigla fyri Norrønu, meðan hon er í dokk í Munkebo í Danmark.

Hóast ferðafólkini hava verið fá hetta árið, síðani korona kom, er farmaflutningurin ikki minkaður.

Hóast Smyril Line hevur fimm farmaskip, var neyðugt at leiga eitt fyri Norrønu.

Norrøna fer aftur í sigling 6.mars næsta ár.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497