Fíggingargrunnurin fer í søguna

Fíggingargrunnurin fer í søguna
Landið fer nú beinleiðis at eiga partabrøvini í BankNordik
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur sagt, at nú verður kannað, um partabrøvini, sum landið eigur í BankNordik, skulu seljast
 
23.12.2020 - 08:57

Fíggingargrunnurin frá 1992, sum umsitur partapeningin hjá landinum í BankNordik, verður nú strikaður.

Grunnurin er farin í sjálvbodna likvidatión, og nevndin er farin frá.

Í seinastu nevndini hjá Fíggingargrunninum vóru Katrin Thorsvig Hansen, Arne Poulsen, Atli Suni Leo, Eli Christiansen og Helga á Borg.

Eli Christiansen var formaður.

Kanna sølu

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, segði longu í september, at Fíggingargrunnurin skuldi takast av.

Landið skal síðani beinleiðis eiga partabrøvini í BankNordik. Landið eigur ein triðing í BankNordik.

Men um partabrøvini verða seld, hevur landsstýrið ikki avgjørt enn. Hetta verður kannað nú, segði Jørgen Niclasen í september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946