Vinnunevndin hevur fingið longda freist

Vinnunevndin hevur fingið longda freist
Nevndin skal hava ein fund aftrat um uppskotið at javnseta møguleikan hjá samkyndum foreldrum at fáa barsilspening
Vinnunevndin hevur havt málið um barsil og samkynd síðani 17. november
 
21.12.2020 - 08:57

Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur fingið freist til 20.januar at koma við áliti um uppskotið hjá átta tinglimum úr andstøðuni um at javnseta møguleikan hjá samkyndum foreldrum at fáa barsilspening við møguleikan hjá hinskyndum.

Vinnunevndin hevur biðið um og fingið longda freist.

Nevndin ætlar at viðgera uppskotið á einum fundi afturat.

Onnur mál, sum skuldu avgreiðast fyri jól, eru farin við tíðini hjá nevndini.

Vinnunevndin hevur havt málið um barsil og samkynd síðani 17. november.

Uppskotið varð lagt fram 20. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389