- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kreppufundur um koronustøðuna í Bretlandi
Boris Johnson, forsætisráðharri í Bretlandi, fer seinni í dag at halda kreppufund, nú Frakland fyribils hevur stongt markið til Bretland, eftir at ein nýggj virusmutatión av koronavirusi er funnin og ger um seg í Onglandi.
Eitt talsfólk sigur við The Guardian, at fundurin serliga verður um innflutning og útflutning av vørum, skrivar Ritzau.
Sambært BBC koyra umleið 10.000 lastbilar við farmi milum havnarbýin Dover í Bretlandi og franska havnarbýin Calais um dagin um jóltíðir.
Skrivstovan hjá franska forsætisráðharranum boðaði í gjár frá, at næstu tvey samdøgrini skulu nýtast at gera nýggjar reglur í sambandi við kanningar. Hetta skal gerast í samstarvi við onnur ES-lond. Ikki fyrr enn tað er gjørt, verður markið til Bretland latið upp aftur, skrivar DR.
Fleiri lond hava steðgað allari flogferðslu úr Bretlandi. Teirra millum eru Holland, Írland, Belgia, Frakland, Italia, Svøríki, Finnland og Danmark.