- Tíðindi, mentan og ítróttur
Halda fram at samráðast um fiskirættindi
Halda fram at samráðast um fiskirættindi
Fæst semja ikki fyri nýggjár, sleppa Føroyar ikki at fiska í bretskum sjógvi eftir nýggjár, og bretar sleppa ikki í føroyskan sjógv
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jacob_vestergaard_10.jpg?itok=YzT9Wl0v)
Bretland og Føroyar skrivaðu undir karmsáttmála 29. oktober, men enn røkist einki fyri einari sínámillum fiskirættindaavtalu
21.12.2020 - 10:15
Enn er eingin avtala við Bretland um fiskiskap næsta ár.
Samráðingar vóru hósdagin og fríggjadagin, men nakað er eftir á mál enn.
Samráðingarnar halda fram tað, sum eftir er av hesum árinum.
Fæst ikki semja fyri nýggjár, sleppa Føroyar ikki at fiska í bretskum sjógvi eftir nýggjár, og bretar sleppa ikki í føroyskan sjógv.
Føroyingar plagdu at fiska makrel í bretskum sjógv fyrst í árinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV