Ferðastuðulin verður endurskoðaður

Ferðastuðulin verður endurskoðaður
Fólk, sum ferðast meira enn 20 kilometrar til arbeiðis, fáa ferðastuðul úr landskassanum
Nú Eysturoyartunnilin hevur latið upp, verður ferðastuðulin endurskoðaður
 
21.12.2020 - 13:41

Ferðastuðulin, sum tey fáa, sum ferðast til arbeiðis, verður endurskoðaður, nú Eysturoyartunnilin er komin.

Men enn er ov tíðliga at siga, hvørjar broytingar verða, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

Útrokningar verða gjørdar í løtuni. 

Fólk, sum ferðast meira enn 20 kilometrar til arbeiðis, fáa ferðastuðul úr landskassanum.

8,45 kr. annan vegin

Ferðastuðulin í undirsjóvartunlum er 8,45 kr. annan vegin, nógv minni enn tunnilsgjaldið er.

Og sambært lógini skulu fólk brúka stytstu leið til arbeiðis fyri at fáa stuðul.

Eftir landi eru til dømis slakir 68 kilometrar millum Toftir og Havnina. Teir geva 39 kr. um dagin í ferðastuðli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946