- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tim Severin deyður
Tim Severin deyður
Ævintýrarin Tim Severin er deyður. Tim Severin gjørdist kendur fyri at sigla Brendan úr Írlandi til Nýfoundland saman við Tróndi Patursson
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/brendan_voyage_40th-anniversary.jpg?itok=k-xe2l_j)
Tim Severin gjørdist kendur her um leiðir fyri sítt vinarlag við Trónd Patursson
19.12.2020 - 13:16
Tim Severin doyði í gjár, 80 ára gamal. Tim Severin gjørdist kendur um okkara leiðir fyri túrin tvørturum hav í 1976-1977, í sambandi við at hann vildi prógva, at St. Brandan kundi rógva tvørturum hav við opnum báti í 6. øld. Tróndur Patursson fylgdi honum eitt petti av leiðini í írskum húðabáti, bygdur til endamálið.
Minningarorð um Tim Severin kunnu lesast her
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV