- Tíðindi, mentan og ítróttur
LUM: Kommunan hevur rætt at krevja munnbind
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/bussleidin_og_maskur.jpeg?itok=DuuJ4h0N)
Kravið um at bera munnbind í bussunum hjá Bussleiðini í Havn er at meta sum útinnandi fyrisiting, og kommunan kann uttan beinleiðis lógarfesta heimild seta treytir um, at øll ferðandi skulu hava munnbind, meðan tey eru í bussunum.
Tað sigur Sólja í Ólavsstovu, løgtingsins umboðsmaður, sum hevur viðgjørt eina kæru, har sóknast verður eftir heimild í lóg ella kunngerð um at brúka munnbind í býbussunum.
Sólja í Ólavsstovu sigur, Tórshavnar kommuna eigur og rindar fyri busstænastuna í kommununi, og hevur sostatt ræðisrættin yvir bussunum hjá Bussleiðini.
Kravið um munnbind er sett í samráð við koronuráðgevingina hjá landsstýrinum, og tað er sakligt, tí tað skal tryggja, at koronusmittan ikki breiðir seg, soleiðis at so nógv sum tilber ráðiliga kunnu brúka Bussleiðina, sigur umboðsmaðurin, sum ikki gera meira við málið.