Væl bjálvaðar fyritøkur hava bjargað búskapinum

Væl bjálvaðar fyritøkur hava bjargað búskapinum
Føroyar eru komnar væl burtur úr koronukreppuni, sigur danski tjóðbankin, sum hevur greinað føroyska búskapin
Alivinnan og fiskivinnan hava verið førar fyri at gera nýggjar íløgur, tí tær eru so væl bjálvaðar, og tað hevur bjargað búskapinum, sigur danski tjóðbankin
 
16.12.2020 - 16:34

Bæði fyritøkur og húsarhald í Føroyum eru væl bjálvað, og hava verið før fyri at standa ímóti búskaparliga stoytinum, í kjalarvørrinum av koronufarsóttini.

Tað sigur danski tjóðbankin í niðurstøðuni í einari greining av føroyska búskapinum. 

Korona hevur skert búskaparliga virksemið, men føroyska strategiin at byrgja smittuna inni, hevur eydnast væl. Ti hevur ikki verið tørvur á varandi og strongum tiltøkum, sigur tjóðbankin.

Altjóða afturstigið og óvissan um framtíðina hevur havt ávirkan á fiskaprísin, men alifyrtiøkurnar og fiskivinnan hava klárað at laga seg til broyttu umstøðurnar, og eru farin frá at selja til matstovukundar til smásølu í staðin. 

Fyritøkurnar hava eisini verið førar fyri at gera nýíløgur, tí tær vóru væl bjálvaðar, áðrenn korona fór at ganga.

Tað hevur bjargað búskapinum, sigur tjóðbankin í niðurstøðuni.

Endurgjaldið havt týdning

Endurgjaldið, sum fyritøkurnar hava fingið, hevur eisini havt týdning fyri búskapin. Í byggivinnuni er lønarvøksturin umleið fýra prosent, og tørvur er á arbeiðsmegi. 

Hóast endurgjaldið í sambandi við koronu helt uppat í september, er arbeiðsloysið ikki vaksið, og hóast sveiggini í hesum árinum, er framvegis hákonjunkturur í Føroyum, sigur tjóðbankin.

Altjóða felagsskapir vænta, at lágkonjukturur verður í heimsbúskapinum, og endurreisnin verður bæði ótrygg og drúgv.

Tað ávirkar útltini hjá einum lítlum og opnum búskapi sum tí føroyska, tí keypiorkan úti í heimi minkar, og tað trýstir prísin á útflutningsvørum niður.

Útflutningsfyritøkurnar kunnu tí vænta minni inntøkur næstu árini, og tí hevur føroyski búskapurin helst rakt tindin í hesum umfari, sigur tjóðbankin í greiningini av føroyska búskapinum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Mánadag 10. februar
Morgunlestur mánadagur 10.februar 2025
186664
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371