- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ólavur heldur fram sum formaður
Ólavur heldur fram sum formaður
Bara sitandi formaðurin í Maskinmeistarafelagnum stillar upp
16.12.2020 - 11:21
Nú er greitt, at Ólavur Gunnarsson heldur fram sum formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Tá freistin at stilla upp til formansvalið fór í gjár, var Ólavur Gunnarsson einasta valevni.
Sostatt heldur hann fram sum formaður í Maskinmeistarafelagnum næstu trý árini eftir aðalfundin, sum verður í mars næsta ár.
Ólavur Gunnarsson hevur verið formaður síðani 2018, tá hann tók við eftir Páll Hansen.
Eisini tá var Ólavur Gunnarsson tann einasti, sum stillaði upp.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV