Fekk bót fyri at bróta sóttarhald

Fekk bót fyri at bróta sóttarhald
Ein 20 ára gomul kvinna í Nuuk skal rinda 3.000 kr. í sekt, tí hon fór á vertshús, hóast hon var í sóttarhaldi
Í Grønlandi fáa fólk sekt fyri at bróta sóttarhald
 
16.12.2020 - 09:21

Í Grønlandi fáa fólk sekt fyri at bróta sóttarhald.

Nú hevur ein 20 ára gomul kvinna í Nuuk fingið 3.000 kr. í sekt, tí hon fór á vertshús, hóast hon var í fimm daga sóttarhaldi eftir at hon var komin úr Danmark.

Kvinnan varð kannað, tá ið teir fimm dagarnir vóru farnir, og hon hevði ikki koronu.

Men sektina fær hon kortini.

Nøkur onnur fólk í Grønlandi hava eisini fingið sekt fyri ikki at halda sóttarhaldið. 

Eitt teirra varð seinni staðfest at hava koronu, skrivar KNR.    


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944