- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bara eitt skip varð skrásett í FAS í fjør
Bara eitt skip varð skrásett í FAS í fjør
Nú eru 83 skip í altjóða skipaskrásetingini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/akranes-6.jpg?itok=BK-Fu8mK)
Akranes var einasta skip, sum varð skrásett í FAS í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
14.12.2020 - 10:07
Farmaskipið Akranes hjá Smyril Line var einasta skipið, sum varð skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini í fjør.
Tað staðfestir Sjóvinnustýrið í ársfrágreiðingini fyri 2019.
Og talið av skipum í FAS-skipanini minkaði í 2019 úr 87 niður í 83 skip.
Ein av orsøkunum er, at svenska skipaskrásetingin hevur tikið burtur forðingarnar, sum gjørdu, at svensk reiðarí valdu FAS-skipanina framum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV