- Tíðindi, mentan og ítróttur
R7-útvarpsstøðin gevst
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/presssan_r7_2.jpg?itok=LAJmdZDe)
Útvarpsrásin R7 gevst at senda á nýggjárinum. Tað váttar nevndarformaðurin, Petur Jacobsen, fyri útvarpinum í dag.
R7 byrjaði at senda í november í 2015, og nú rásin júst hevur hildið fimm ára føðingardag, er avgerð eisini tikin um, at útvarpsrásin gevst.
Lítið lønandi virksemi
– Vit eru ikki blivin rík av hesum, men orsøkin er ikki fíggjarlig, sigur Petur Jacobsen, ið saman við familjuni hevur sitið í leiðsluni hjá útvarpsrásini.
Hann sigur, at tað hevur verið tíðarkrevjandi at reka útvarpsrásina, og at inntøkurnar ikki hava verið nóg stórar til, at familjan og leiðslan hevur fingið løn hesi fimm árini.
Enn hevur eingin víst áhuga fyri at yvirtaka virksemið hjá R7-útvarpsrásini og konseptinum, sigur Petur Jacobsen í stuttari viðmerking við útvarpið.