- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri rútar brotnaðir á Erlu Kongsdóttir
Fleiri rútar brotnaðir á Erlu Kongsdóttir
Nýggjasta skipið hjá Strandferðsluni er júst komið á Havnina við fleiri brotnum rútum á túrinum úr Nólsoy
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/erla_1.jpg?itok=Y7MyUvnu)
Fleiri rútar eru farnir inn á Erlu Kongsdóttir fyri lítlari løtu síðani
Mynd: Privatmynd
11.12.2020 - 11:06
Tveir rútar brotnaðu av ristingum og stoytum, tá Erla Kongsdóttir var á veg úr Nólsoy á Havnina stutt fyri klokkan 11 í morgun.
– Fyrst hoyrdist eitt løgið ljóð, og tá rútarnir brotnaðu, minti tað um ein brest ella eitt skot, sigur Anne Mette Greve Klemensen, sum var við á túrinum um fjørðin.
video_1607685185
Fyrst ljóðaði, at skipið hevði fingið ein sjógv á fjørðinum. Skiparin á Erlu Kongsdóttir segði við Kringvarpið stutt fyri klokkan hálvgum tólv, at rútarnir fóru inn av ristingunum og stoytum.
10 ferðafólk vóru við á túrinum. Erla Kongsdóttir var nær Havnini, tá rútarnir á skipinum fóru inn. Tað eru bara fýra dagar síðani, at skipið varð doypt og varð sett í sigling.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV