Kvinnuhúsið ikki fleiri pengar í fyrsta umfari

Kvinnuhúsið ikki fleiri pengar í fyrsta umfari
Landsstýriskvinnan vil hava nágreinilig tøl, sum lýsa økið, so betur ber til at leggja arbeiðið til rættis
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.12.2020 - 06:52

Í fyrsta umfari fær Kvinnuhúsið ikki fleiri pengar næsta ár enn í ár. Men fleiri og neyvari hagtøl verða gjørd.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, hevur svarað Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu, sum spurdi um Kvinnuhúsið.

Kvinnuhúsið hevur fingið 50 prosent fleiri fráboðanir um harðskap í ár enn í fjør. Í 2019 fekk Kvinnuhúsið 604 fráboðanir um harðskap.

Pengar játtaðir til at útvega hagtøl

Í ár fær Kvinnuhúsið eina millión og 765.000 krónur til raksturin úr landskassanum. Hetta eru 400.000 krónur meira enn í 2019.

Sama tal, ein millión og 765.000 krónur, er í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021. Í ár eru eisini játtaðir pengar til at útvega hagtøl um harðskap.

– Fáa vit nágreinilig tøl, sum lýsa hetta økið, ber eisini betur til at leggja arbeiðið til rættis. Hetta hevði tí eisini komið Kvinnuhúsinum til góðar, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342