Útgjaldið hækkar og inngjaldið lækkar 1. januar

Útgjaldið hækkar og inngjaldið lækkar 1. januar
Løgtingið hevur avgreitt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um ALS
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, eigur uppskotið um broytingar í ALS-lógini. Útgjaldið hækkar og inngjaldið lækkar á nýggjárinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.12.2020 - 16:08

Á nýggjárinum hækkar útgjaldið, sum arbeiðsleys kunnu fáa frá ALS.

Løgtingið hevur í dag endaliga samtykt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at hækka útgjaldið úr 75 prosentum upp í 80 prosent av lønini. Hægsta útgjaldið hækkar samstundis úr 17.500 krónum upp í 18.500 krónur um mánaðin.

Eisini inngjaldið til ALS verður broytt á nýggjárinum. Inngjaldið lækkar úr 1,25 prosentum niður í 1 prosent av lønini. Henda broytingin verður gjørd í kunngerð.

Aðrar tillagingar

Løgtingið hevur eisini samtykt at gera aðrar tillagingar í lógini um ALS. Millum annað skal føroyska arbeiðsloysisskipanin samsvara betur við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd, og kærunevndirnar hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini verða lagdar í somu kærunevnd.

Sambært stýrinum fyri ALS er fíggjarliga haldførið hjá skipanini somikið gott nú, at skipanin megnar at standa ímóti einum arbeiðsloysi upp á 8 prosent 12 samanhangandi ár, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766