Marjun Lómaklett verður integratiónsprestur

Marjun Lómaklett verður integratiónsprestur
Øssur Kjølbro verður virkandi sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi í eitt ár
Marjun Lómaklett verður integratiónsprestur í eitt ár, frá 1. februar
 
10.12.2020 - 13:36

1. februar fer sóknarpresturin, Marjun Lómaklett, at røkja nýggja tænastu í fólkakirkjuni. Í eitt ár verður hon integratiónsprestur og fer at gera tænastu millum teirra, ið eru nýføroyingar.

Tað skrivar Jógvan Fríðriksson, bispur, á  heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni. 

Fólkakirkjan hevur sett sær fyri at vera við í arbeiðinum at taka væl ímóti teimum fremmandu, ið velja at seta búgv í Føroyum. Aðalmálið er at vera teimum fremmandu, ið koma til landið, til gagns og nyttu andaliga og tímiliga. Tey fremmandu eiga at kenna seg vælkomin og verða møtt við heitum hjørtum, ið eru hjástødd gerandis og heilagt, sigur bispur.

Gudstænastur á enskum

Ein av uppgávunum hjá integratiónsprestinum verður at hava gudstænastur á enskum máli. Talan er millum annað um at byggja brúgv millum teir nýggju føroyingarnar, kirkjuna og samfelagið. Dentur verður eisini lagdur á at varpa ljós á tey mentanarligu virðini, so tey, ið koma til landið, lættari kunnu gerast ein partur av heildini, skrivar bispur.

Mett verður, at kirkjur, ið hava møguleika til sosiala samveru eftir gudstænastuna, eru væl egnaðar til endamálið.

Marjun Lómaklett verður burtur frá kallinum sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi í eitt ár.

Tað verður Øssur Kjølbro, prestur, ið verður virkandi sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi ta tíð, ið Marjun Lómaklett hevur integratión sum sítt virkisøki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342