Eingin korona í løgtinginum

bannari
Eingin korona í løgtinginum
Øll tey kannaðu vóru negativ, hevur løgtingsformaðurin fingið at vita
Tingfólk, landsstýrisfólk og starvsfólk hjá løgtinginum vórðu kannað, og øll úrslit vóru negativ
 
10.12.2020 - 10:57

Kanningin í løgtinginum, tá Thetis kannaði øll, sum dagliga eru í tinginum, fyri koronu, vísti, at øll tey kannaðu vóru negativ, hevur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, fingið at vita.

Tingfólk, landsstýrisfólk og starvsfólk hjá løgtinginum vórðu kannað. Ætlanin er, at løgtingið fer í jólafrí fríggjadagin í næstu viku. Tingfundir eru í dag og í morgin, og síðani hvønn gerandisdag í næstu viku.

Fíggjarlógin fyri 2021 skal avgreiðast fyri nýggjár. Formaðurin í Fíggjarnevndini miðar eftir, at álitið hjá nevndini kemur mánadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946