- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kristian Reinert Davidsen nevndarlimur í Nema
Kristian Reinert Davidsen nevndarlimur í Nema
Seinastu 14 árini hevur hann verð stjóri í Føroya Tele og grønlendska telefelagnum, Tele-Post
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kristian_davidsen1.png?itok=yNO_WhPC)
Kristian Reinert Davidsen er nýggjur nevndarlimur í Nema
07.12.2020 - 11:05
Fyrrverandi stjórin í Føroya Tele, Kristian Reinert Davidsen, er nýggjur nevndarlimur í KT- og telefelagnum Nema. Tað sæst í fráboðan til Skráseting Føroya.
Kristian Reinert Davidsen hevur drúgvar royndir á fjarskiftisøkinum, tí seinastu 14 árini hevur hann verið stjóri í almennum telefeløgum.
Frá 2006 til 2015 var hann stjóri í almenna føroyska telefelagnum, Føroya Tele, og síðan 1. desember 2015 hevur hann verið forstjóri í grønlendska telefelagnum, Tele-Post.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV