Jósup siglir fyri Rituna

Jósup siglir fyri Rituna
Ritan fer á sleipistøð týsdagin. Mánakvøldið fer Erla Kongsdóttir at sigla um Nólsoyarfjørð
Meðan Ritan er á sleipistøð, røkir Jósup siglingina
 
04.12.2020 - 11:41

 

Ritan fer á sleipistøð týsdagin 8. desember, og meðan hon er á sleipistøð, røkir Jósup siglingina millum Hvannasund, Fugloy og Svínoy.

Mánadagin 7. desember fer Erla Kongsdóttir at sigla um Nólsoyarfjørð. Fyrsti túrur verður av Havnini klokkan 18.

Strandferðslan sigur, at til skráarnir í Nólsoy og á Bursatanga Havn eru lidnir at taka í nýtslu, leggur Erla Kongsdóttir at við skipssíðuni.

Hasfjord ger farmatúrar á Nólsoyarleiðini.

Ternan er til 40 ára klassing. Ætlanin var, at hon skuldi fara aftur í sigling fyri jól, men nú vísir tað seg, at arbeiðið er meira umfatandi, og tí fer Ternan ikki aftur í sigling í ár.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd.
187771
Leygardag 15. februar
Jambalaja - 150225
187814
Leygardag 15. februar
Upp á tá - 140225
187806
Leygardag 15. februar
Morgunlestur leygardagur 15.februar 2025
186668
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616