HFS gjørt vegleiðing um fuglakrím

HFS gjørt vegleiðing um fuglakrím
Hóast vandin fyri, at fuglakrím kemur til Føroya er lítil, kunnu tey, sum eiga heimafugl, verja fuglin
 
04.12.2020 - 08:07

Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at heimafuglur, so sum hønur, gæs og dunnur, eigur at verða fóðraður undir taki.

Mælt verður eisini til at reinsa fótbúnað áðrenn og eftir, at farið verður í høsnarhús og inngirðingar hjá heimafugli.

Fólk eiga ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl. Og mint verður á altíð at vaska hendur eftir samband við djór.

Lítil vandi fyri smittu

Vandin fyri, at fuglakrím smittar fólk er sera lítil, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan. Fuglakrím er sjúka, sum allir fuglar kunnu fáa.

Sjúkan kann smitta frá villum fugli til heimafugl, antin beinleiðis frá fugli til fugl, ella óbeinleiðis umvegis umhvørvið. Virusið kann liva í umhvørvinum í minst 50 dagar. 

Vanlig sjúkutekin hjá smittaðum fugli eru niðursettur matarlystur, høvdið hovnar og fuglurin fær trupulleikar við andaleiðini. Sjúkan rakar fugl av høsnaslagi harðari enn fugl av dunnuslagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342