2.000 tons av toski afturat í Barentshavinum

2.000 tons av toski afturat í Barentshavinum
Føroyar og Russland hava gjørt fiskiveiðiavtalu fyri 2021
 
04.12.2020 - 06:43

Føroyar hava fingið 2.000 tons av toski afturat í russiska partinum av Barentshavinum næsta ár. Føroyar og Russland hava gjørt fiskiveiðiavtalu fyri 2021. 

Føroysku botnfiskakvoturnar í russiskum sjógvi eru 2.200 tons størri. Toskakvotan fer úr 15.690 tonsum upp í 17.690 tons.

Hýsukvotan verður 1.769 tons. Hon er 200 tons minni í ár. Men rækjukvotan minkar. Hon er 4.000 tons, 500 tons minni enn í ár.

Makrelkvotan eisini størri í ár

Flatfiskurin er óbroyttur. Har er kvotan 900 tons. Russland fær størri sildakvotu í føroyskum sjógvi. Kvotan hækkar 1.445 tonsum upp í 10.000 tons.

Makrelkvotan er eisini størri enn í ár. Hon verður 14.500 tons, 2.000 tons størri enn í ár. Men svartkjafturin er tann sami, 82.000 tons.

Ætlandi verður avtala gjørd næsta ár millum londini um talgildar veiðifráboðanir. Føroyar hava longu slíkar avtalur við Noreg og Ísland. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497