Sild og svartkjaftur missa góðkenningina

Sild og svartkjaftur missa góðkenningina
Veiðan í atlantshavi missir MSC-góðkenningina 30. desember í ár
 
03.12.2020 - 06:29

Tað boðar Marine Stewardship Council frá, sambært heimasíðuni seafoodsource.com MSC-góðkenning verður latin fyri burðardyggan fiskiskap.

MSC tekur góðkenningina aftur, tí ov nógv verður fiskað av sild og svartkjafti í mun til vísindaligu tilmælini frá ICES, sigur Marine Stewardship Council.

MSC heitir tí á ES, Bretland, Ísland, Føroyar, Noreg, Russland og Grønland um at tryggja silda- og svartkjaftastovnarnar - bæði yvir styttri og longri tíð.

Góðkenningin tikin aftur

MSC ávaraði fyrr í ár strandarlondini um, at tað var møguleiki fyri, at tey mistu MSC-góðkenningina, og nú verður góðkenningin tikin aftur. 

Sambært MSC, fiskaðu hesi londini 32 prosent meira sild í 2019 enn ICES mælti til. Í fjør misti eisini makrelurin sína MSC-góðkenning.

MSC góðkennir burðardygga veiðu, og lættari er at selja fisk og fáa meira fyri hann, hevur hann MSC-góðkenning.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497