Leita eftir lodnu við Ísland

Leita eftir lodnu við Ísland
Fyrst í januar fer havrannsóknarskipoð Árni Friðriksson at stovnsmeta lodnuna
Havrannsóknarskipið Árni Friðriksson fer at stovnsmeta lodnuna, saman við fýra fiskiskipum
 
03.12.2020 - 14:45

Nú verður av álvara farið at leita eftir lodnu við Ísland.

Fýra skip fara at leita, teirra millum eitt grønlendskt.

Tríggir serfrøðingar frá íslendsku havstovuni vera við hvørjum skipi.

Eftir at grønlendska uppsjóvarskipið Polar Amaroq gavst at leita í síðstu viku, er niðurstøðan tann, at meiri lodna er eystanfyri Ísland enn hesa tíðina undanfarin ár. Leitingin nú byrjar um vikuskiftið og varar seks dagar.

Fyrst í januar fer havrannsóknarskipið Árni Friðriksson at stovnsmeta lodnuna. Og ætlanin er síðani at máta stovnin tvær ferðir frá hálvum januar til síðst í februar.

Fýra fiskiskip skulu leigast til at gera tær mátingarnar saman við Árna Friðrikssyni. Roknað er við 88 døgum hjá teimum fimm skipunum at gera hesar mátingarnar.

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES hevur eitt nýtt tilmæli um lodnuveiðu í vertíðini 2021-2022.

400.000 tons

ICES mælir til, at 400.000 tons av lodnu kunnu fiskast við Ísland, Føroyar, Grønland og Jan Mayen.

Í fjør var tilmælið fyri veturin 2020-2021 170.000 tons.

Men einki er fiskað enn, tí lodna fanst ikki. Men nú er lodna funnin aftur við Ísland.

Føroyar hava loyvi til at fiska fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni, tó í mesta lagi 30.000 tons. ICES hevur hækkað tilmælið, tí íslendska havstovan fann nógva unglodnu í heyst, sigur miðilin Intrafish. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342